- Ráðgeving, vegleiðing og hjálp til uppseting av neti. Uppseting av ambætara í tryggjar at avrit verða tikin av øllum viðkomandi dáta, at óviðkomandi ikki hava atgongd til neti og tryggjar móti vira.
- Ráðgeving í innkeypi av teldutólmenni og forritum soleiðis at tín tørvur til fullnar verður nøktaður fyri lægsta prísin.
- Forritan, uppsetan og hýsan av heimasíðum har brúkararnir sjálvir skipa heimasíðuna og dagføra innihaldi.
- Forritan av nýggjum skipanum og tilrætting av koyrandi skipanum
Veitaraavtalu
Vit kunnu bjóða tær eina veitaraavtalu ið fyri ein fastan og lágan prís tryggjar, at tín fyritøka ella stovnur til alla tíð hevur stórsta gagn av KT, at brúkarirnir minst møguligt verða darvaðir av KT trupulleikum og tryggjar at tú verður vitandi um nýggjar møgulleikar innan KT, ið tú kannst fáa gagn av.
Avtalan fevnir m.a. um:
- Regluligar vitjanir, so at smáir trupulleikar ið brúkarir sita við verða avgreiddir.
- Reglulig dagføring av forritum soleiðis at tínar KT skipanir og net altíð er trygt.
- At vit stundisliga eru á staðnum tá ið átrokandi trupulleikar stinga seg upp.
- Regluligir fundir við okkum, har ið ætlanir fyri nýggj átøk verða lagdar, har tænastan vit veita verður eftirmett og ábøtur gjørdar.